Sum flestum kunnugt, hevur Eiðis Ljómfelag verið í stórari menning seinastu árini.

Leygardagin fer Eiðis Ljómfelag til Suðuroyar, at venja saman við sangkórinum Ljómi i Vági.

Sunnudagin verður stórfingin konsert í Vágs kirkju, har blásarar og sangarar heiðra tónaskaldinum Knút Olsen.

Til høvið hevur Atli K. Petersen lagt 8 løg hjá Knút Olsen til rættis fyri blásarar og sangkór, og verða tey framførd í Vágs kirkju, sunnudagin kl 15.

Talan er um eina stórfingna konsert, tí saman við eini 20-25 blásarum úr Eiðis Ljómfelag, verða eisini blásarar frá Tvøroyrar Hornorkestri, sangkórið Ljómur úr Vági og uml 20 sangarar úr Vestmanna sangkóri, sum saman skulu framføra sirpuna, sum Atli K Petersen hevur lagt til rættis fyri kór og blásarar.

Tað er Agnar Lamhauge, sum stjórnar Eiðis Ljómfelag.

Dagføring 29-12-2024
Leinki til upptøkur frá konsertini er her: https://kvf.fo/sjon/sending/fagnadarkonsert-fyri-knut-olsen?sid=185655

Skriv et svar

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Post comment