Eiðis Ljómfelag er stovnað í 1920, og hevur sostatt væl meiri enn 100 ár á baki, og er næstelsta blásaraorkestrið í Føroyum.
Felagið er virkið alt árið, og spælir til tiltøk av ymsum slag í nærumhvørvinum og kring landið.
Oddur Magnusson Hentze, lærdur tónleikalærari, hevur stjórnað orkestrinum nærum øll seinastu 20 árini.
Um 25 spælarar frá 10 til 75 ára aldur, venja fast við felagnum hvørja viku.
Á Musikkstevnuni, Dýra biðidag 2024, luttók orkestrið við fleiri enn 40 spælarum, har størsti parturin kemur av Eiði og bygdunum kring Sundalagið.






