Útiguðstænastan 2025 í gjónni við Gjógv, var sunnudagin 3. august.

Aftur í ár var tiltakið serstakliga væl eydnað. Veðrið var samanumtikið avbera gott, og skráin fyri tiltakið var væl skipað, sum hon plagar. Gott undirspæl til sálmasangin við Eiðis Ljómfelag, og Ara Hammer Joensen á urgu. Eitt væl syngjandi og væl mannað Tórshavnar Manskór stóð fyri kórsanginum, meðan Tóra Vestergaard við síni yndisligu rødd, sang saman við Ragnari Olsen á gittara.
Umframt at spæla undir til sálmasangin, spældi Eiðis Ljómfelag præludium, Cherubic Hymn of Ukraine eftir Yakiv Yatsynevych, og lagt til rættis av John P. Hannevik, og postludium – Nearer, my God, to Thee – lagt til rættis av Michael Brown.

Tað var Marjun Wolles, sum stjórnaði Eiðis Ljómfelag til útiguðstænastuni í ár.