Seinnapartin í dag var guðstænasta í Gjónni við Gjógv, og Eiðis Ljómfelag luttók eisini í ár við undirspæli til sálmarnar, eins og vit eisini spældu inn- og útgangsspæli.
Marjun Lómaklett var prestur til guðstænastuna í ár.
Hon varð, sum vanligt, skjútsa inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringdi inn.
Afturat Eiðis Ljómfelag, undir leiðslu av Agnari Lamhauge, luttók eisini Havnarkórið, og Janus Trúgvason við soloframførslu.
Aftur í ár var gjógvin fullsett av fólki, og nógv stóðu framvið tromini í erva og lýddu á. Veðrið var aftur í ár var heilt gott, turt og lýtt.
Hetta er eftir hondini blivið eitt fast og afturvendandi tiltak, har føroyingar úr øllum meginøkinum leita sær til, umframt at útlendingar eisini hava hetta sum ferðamál, tá tey kortini eru í landinum.
Tað er Uffe Bærentsen sum, saman við kirkjuráðunum í prestagjaldinum, skipar fyri hesum stóra tiltakið.
Aftaná guðstænastuna bjóða kirkjuráðini teimum, sum hava spælt, sungið, og á annan hátt luttikið, til døgurða á Gjáargarði.
Leinki til alla guðstænastuna, sum hon var víst í KVF, er her: https://kvf.fo/sjon/sending/gudstaenastur-i-sjonvarpi?sid=180364

