Eiðis Ljómfelag https://ljomfelag.fo Fri, 20 Feb 2026 10:59:18 +0000 da-DK hourly 1 https://wordpress.org/?v=7.1 https://ljomfelag.fo/wp-content/uploads/2025/01/facion-150x150.png Eiðis Ljómfelag https://ljomfelag.fo 32 32 Ársaðalfundur https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/ https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/#respond Fri, 20 Feb 2026 10:59:18 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=743 Mikukvøldið 18. februar 2026 hevði Eiðis Ljómfelag ársaðalfund.

Aðalfundurin bleiv hildin samsvarandi viðtøkunum, har m.a. val av nevnd er á skránni.

Harafturat viðtók aðalfundurin millum annað, at ein 5 ára visión skuldi orðast. Hetta fer nevndin at arbeiða við í næstum.

Nýggja nevndin, sum varð vald, hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Sveinur Bjarkason
Kassameistari: Katrin Dánjalsdóttir Okpara
Skrivari: Pavla Dalbø
Eykalimur: Óli í Búrstovu
Eykalimur: Marius Joensen

Vinarliga nevndin

]]>
https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/feed/ 0
Útiguðstænastan 2025 við Gjógv https://ljomfelag.fo/2025/08/03/utigudstaenastan-2025-vid-gjogv/ Sun, 03 Aug 2025 21:58:51 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=612

Útiguðstænastan 2025 í gjónni við Gjógv, var sunnudagin 3. august.

Aftur í ár var tiltakið serstakliga væl eydnað. Veðrið var samanumtikið avbera gott, og skráin fyri tiltakið var væl skipað, sum hon plagar. Gott undirspæl til sálmasangin við Eiðis Ljómfelag, og Ara Hammer Joensen á urgu. Eitt væl syngjandi og væl mannað Tórshavnar Manskór stóð fyri kórsanginum, meðan Tóra Vestergaard við síni yndisligu rødd, sang saman við Ragnari Olsen á gittara.
Umframt at spæla undir til sálmasangin, spældi Eiðis Ljómfelag præludium, Cherubic Hymn of Ukraine eftir Yakiv Yatsynevych, og lagt til rættis av John P. Hannevik, og postludium – Nearer, my God, to Thee – lagt til rættis av Michael Brown.

Tað var Marjun Wolles, sum stjórnaði Eiðis Ljómfelag til útiguðstænastuni í ár.

]]>
Skifti – listaframsýning í Kolshøll https://ljomfelag.fo/2025/06/05/skifti-listaframsyning/ Thu, 05 Jun 2025 11:29:28 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=563

Skifti – listaframsýning í Kolshøll

Í dag 5. juni kl 16 letur listaframsýning hjá Ellindi Egilstrøð, Onnu Sofíu Egilstrøð og Sigrun Gunnarsdóttir upp, í Kolshøll.
Listaframsýningin verður sett kl. 17 av borgarstjóranum, Jógvani Skorheim.
Eiðis Ljómfelag luttekur sjálvandi við sínum livandi spæli. Ivaleyst verða bæði kend og nýggj løg at hoyra frá spælarahópinum í Eiðis Ljómfelag, sum telur ungar sum eldri spælarar av báðum kynum, alt frá 12 til 75 ára aldur.

Tað er Oddur Magnusson Hentze, sum stjórnar Eiðis Ljómfelag.

Listaframsýningin er opin allar dagarnar til og við 2. hvítusunnudag, 09. juni, kl. 20.

]]>
Várkonsert í Kolshøll https://ljomfelag.fo/2025/03/28/eidis-ljomfelag-til-vags-at-hava-konsert/ Fri, 28 Mar 2025 14:00:00 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=280

28.03.2025

Sunnudagin kl 16 fara Eiðis Ljómfelag og Eiðis Hornorkestur – sum er ein bólkur av ungum hornblásarum – at hava konsert saman við GHM í Kolshøll.

Orkestrini eru so smátt við at fyrireika seg til Musikkstevnuna í mei, og verður hetta ivaleyst ein brellbiti av, hvat fer at verða at hoyra á Musikkstevnuni.

Talan er um eina fjølbroytta konsert, tí spælarar heilt úr 10-ára aldri til høgt í 70’unum luttaka. Til hesa konsertina verða verk av fleiri ymsum forvitnisligum útlendskum tónasmiðum at hoyra, m.a útseting av Pirates of the Caribean Medley, Sweet Caroline, Nearer my God to Thee, o.a.m.

Tað er Oddur Hentze, sum stjórnar Eiðis Ljómfelag, meðan Maria Vang Reinert stjórnar Eiðis Hornorkestri og GHM.

Eiðis Ljómfelag gleðir seg, og bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin at lýða á – konsertin er ókeypis og byrjar kl 16.

 

 

]]>
Eiðis Ljómfelag til Vágs at hava konsert https://ljomfelag.fo/2024/10/26/hello-world/ https://ljomfelag.fo/2024/10/26/hello-world/#respond Sat, 26 Oct 2024 07:00:00 +0000 http://ljomfelag.fo/?p=1 Sum flestum kunnugt, hevur Eiðis Ljómfelag verið í stórari menning seinastu árini.

Leygardagin fer Eiðis Ljómfelag til Suðuroyar, at venja saman við sangkórinum Ljómi i Vági.

Sunnudagin verður stórfingin konsert í Vágs kirkju, har blásarar og sangarar heiðra tónaskaldinum Knút Olsen.

Til høvið hevur Atli K. Petersen lagt 8 løg hjá Knút Olsen til rættis fyri blásarar og sangkór, og verða tey framførd í Vágs kirkju, sunnudagin kl 15.

Talan er um eina stórfingna konsert, tí saman við eini 20-25 blásarum úr Eiðis Ljómfelag, verða eisini blásarar frá Tvøroyrar Hornorkestri, sangkórið Ljómur úr Vági og uml 20 sangarar úr Vestmanna sangkóri, sum saman skulu framføra sirpuna, sum Atli K Petersen hevur lagt til rættis fyri kór og blásarar.

Tað er Agnar Lamhauge, sum stjórnar Eiðis Ljómfelag.

Dagføring 29-12-2024
Leinki til upptøkur frá konsertini er her: https://kvf.fo/sjon/sending/fagnadarkonsert-fyri-knut-olsen?sid=185655

]]>
https://ljomfelag.fo/2024/10/26/hello-world/feed/ 0
Guðstænasta í Gjónni við Gjógv https://ljomfelag.fo/2024/08/08/eidis-ljomfelag-til-vags-at-hava-konsert-2/ Thu, 08 Aug 2024 17:00:48 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=282

Seinnapartin í dag var guðstænasta í Gjónni við Gjógv, og Eiðis Ljómfelag luttók eisini í ár við undirspæli til sálmarnar, eins og vit eisini spældu inn- og útgangsspæli.

Marjun Lómaklett var prestur til guðstænastuna í ár.
Hon varð, sum vanligt, skjútsa inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringdi inn.

Afturat Eiðis Ljómfelag, undir leiðslu av Agnari Lamhauge, luttók eisini Havnarkórið, og Janus Trúgvason við soloframførslu.
Aftur í ár var gjógvin fullsett av fólki, og nógv stóðu framvið tromini í erva og lýddu á. Veðrið var aftur í ár var heilt gott, turt og lýtt.

Hetta er eftir hondini blivið eitt fast og afturvendandi tiltak, har føroyingar úr øllum meginøkinum leita sær til, umframt at útlendingar eisini hava hetta sum ferðamál, tá tey kortini eru í landinum.

Tað er Uffe Bærentsen sum, saman við kirkjuráðunum í prestagjaldinum, skipar fyri hesum stóra tiltakið.
Aftaná guðstænastuna bjóða kirkjuráðini teimum, sum hava spælt, sungið, og á annan hátt luttikið, til døgurða á Gjáargarði.

Leinki til alla guðstænastuna, sum hon var víst í KVF, er her: https://kvf.fo/sjon/sending/gudstaenastur-i-sjonvarpi?sid=180364

]]>