Ljomfelag – Eiðis Ljómfelag https://ljomfelag.fo Fri, 20 Feb 2026 10:59:18 +0000 da-DK hourly 1 https://wordpress.org/?v=7.1 https://ljomfelag.fo/wp-content/uploads/2025/01/facion-150x150.png Ljomfelag – Eiðis Ljómfelag https://ljomfelag.fo 32 32 Ársaðalfundur https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/ https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/#respond Fri, 20 Feb 2026 10:59:18 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=743 Mikukvøldið 18. februar 2026 hevði Eiðis Ljómfelag ársaðalfund.

Aðalfundurin bleiv hildin samsvarandi viðtøkunum, har m.a. val av nevnd er á skránni.

Harafturat viðtók aðalfundurin millum annað, at ein 5 ára visión skuldi orðast. Hetta fer nevndin at arbeiða við í næstum.

Nýggja nevndin, sum varð vald, hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Sveinur Bjarkason
Kassameistari: Katrin Dánjalsdóttir Okpara
Skrivari: Pavla Dalbø
Eykalimur: Óli í Búrstovu
Eykalimur: Marius Joensen

Vinarliga nevndin

]]>
https://ljomfelag.fo/2026/02/20/arsadalfundur/feed/ 0
Útiguðstænastan 2025 við Gjógv https://ljomfelag.fo/2025/08/03/utigudstaenastan-2025-vid-gjogv/ Sun, 03 Aug 2025 21:58:51 +0000 https://ljomfelag.fo/?p=612

Útiguðstænastan 2025 í gjónni við Gjógv, var sunnudagin 3. august.

Aftur í ár var tiltakið serstakliga væl eydnað. Veðrið var samanumtikið avbera gott, og skráin fyri tiltakið var væl skipað, sum hon plagar. Gott undirspæl til sálmasangin við Eiðis Ljómfelag, og Ara Hammer Joensen á urgu. Eitt væl syngjandi og væl mannað Tórshavnar Manskór stóð fyri kórsanginum, meðan Tóra Vestergaard við síni yndisligu rødd, sang saman við Ragnari Olsen á gittara.
Umframt at spæla undir til sálmasangin, spældi Eiðis Ljómfelag præludium, Cherubic Hymn of Ukraine eftir Yakiv Yatsynevych, og lagt til rættis av John P. Hannevik, og postludium – Nearer, my God, to Thee – lagt til rættis av Michael Brown.

Tað var Marjun Wolles, sum stjórnaði Eiðis Ljómfelag til útiguðstænastuni í ár.

]]>